VW Touareg Hybrid

Nýggi Volkswagen Touareg, sum kemur á marknaðin í summar, verður umframt bensin og diesel eisini at fáa sum hybridbilur.

Samstundis sum Volkswagen sýna fram eina nýggja útgávu av Touareg, kemur bilurin eisini í eini hybridútgávu við el- og bensinimotori, sum koyrir upp til 50 kilometrar upp á elmegi, áðrenn bensinmotorurin fer í gongd. VW Touareg kemur eisini í eini sera økonomiskari dieselútgávu við V6 TDI motori.


Bæði Touareg Hybrid og Touareg V6 TDI, verða millum mest økonomisku bilar í sínum klassa, sum verða gjørdir í Evropa. Nýggi VW Touareg kemur á marknaðin síðst í mai.