Robott-bilurin VW Stanley varð sýndur fram í Danmark í 2008. Fyrst í 2008 høvdu tey vitjandi á ?Eksperimentariet? í Hellerup í Danmark møguleika at fáa innlit í granskingarvirksemið hjá Volkswagen.
Í samstarvi við Danmarks Tekniske Universitet varð robott-bilurin VW Stanley sýndur fram har.
VW Stanley vakti ans í 2005, tá hann vann Grand Challenge, ið er ein kapping sum amerikanska verjan og Stanford universitet skipaðu fyri.
Við at koyra 212 kilometrar gjøgnum Mojaye-oyðimørkina uttan førara, er Stanley fyrsta akfar, sum nakrantíð hevur koyrt eitt so langt strekki uttan førara ella menniskjaliga uppíblanding. VW Stanley er ein umbygdur VW Touareg.