Í VW býnum Wolfsburg í Týsklandi verður í hesum døgum hátíðarhildið, at 60 ár eru liðin síðan fyrsta prototypan av VW Transporter alment varð sýnd fram í desember 1949. VW Transporter, sum fekk kelinavnið Rugbreyðið, er mest seldi vørubilur í heiminum við yvir 10 milliónum seldum bilum, síðan hann kom á marknaðin í mars 1950.
Fyrsti Volkswagen í Føroyum var ein Transporter minibussur sum P/F Farodane seldi til Carl August Jensen, keypmnann í Kollafirði, tann 27. august 1952.