Í mong ár hevur tað verið so, at VW Passat hava verið meira eftirspurdir sum stationcar enn sedan. Nú kemur so nýggi Passat, sum kom í eini heilt nýggjari útgávu fyrr í ár, eisini sum Passat Variant, sum VW nevna stationvognin. Nýggi Passat Variant er bæði longri og breiðari enn forgangarin, hetta gevur munandi betur pláss í kabinuni
At baklúkan er stór og lessihæddin lág, ger at bilurin er arbeiðsligur hjá teimum, sum hava brúk fyri einum bili til ymisk endamal eisini í síni frítíð.
Viðførisrúmið er 638 litrar, og við setrunum niðri verður tað heilar 1.731 litrar. Vørurúmið verður tá næstan 2 metrar langt og yvir 1 metur breitt.
Designið er smart og stendur einki aftan fyri sedan útgávuna. Bilurin fæst við bæði FSI bensin og TDI dieselmotorum.
Annars er Variant so gott sum sami bilur sum Passat sedan. Kabinan er innrættað eftir ergonomiskum og brúkaravinarligum prinsippum í sera góðum kvaliteti, og nógv er gjørt burtur úr, at setrini skulu vera góð at sita í. Nakkapúturnar eru aktivar, so tær t.d. verja móti koyrsilsbresti.
Servostýringin er elektromekanisk og hondbremsan er ein elektronisk parkeringsbremsa, sum verður aktiverað við einum knøtti á instrumentborðinum. Bremsan slær automatiskt frá, tá bilførarin traðkar á koblingspedalin og startar bilinum, setur í gir og aktiverar spitaran. Treytin er tó, at bilførarin er bundin í trygdarbeltið, og hann hevur latið hurðina aftur eftir sær.
Passat fæst eisini við "Hill holder", sum ger at bilurin ikki rullar eftir hæli í eini brekku. Startlykilin er ein "diskett", sum verður sett í start/stopp lyklarholið
Frá Bilasøluni í Hoyvík verður sagt, at Passat Variant verður í Føroyum síðst í september, og prísirnir byrja við umleið 300.000,- krónur.









