VW Passat - nú meira elegantur

Nú fýra ár eftir at núverandi VW Passat kom á marknaðin, verður hann nakað broyttur í útsjónd, og meira elegantur at síggja til, við nýggjum motorum og meira útgerð.

Bilar

Magnus Gunnarsson




Broyttur aftan og framman

Framman hevur Passat fingið nýtt design, við broyttum kølaragittari við krom rammu, dupultum forlyktum við klárum glasi. Aftan er designið eisini broytt, við nýggjum baklyktum, ið klæða væl til bilin. Innan eru fleiri broytingar og meira trygdarútgerð.

Størri motorar

Flestu motorarnir hava fingið meira hestakreftir, eins og fleiri nýggir motorar eru á skránni, bæði bensin og diesel. Størsti motorurin er ein V6 við 193 hk, ið fæst við fýrahjólstrekkinum ?4 MOTION? sum standard. VW Passat verður sýndur fram á altjóða bilaframsýningini sum er í Bella Centrinum í hesum døgum. Vit fara at hyggja nærri at Passat?inum tá hann kemur til landið, og fáa hann royndarkoyrdan.