VW Passat Comfort Coupé

Longri, breiðari og lægri eru lyklaorðini til nýggja VW Passat CC, sum júst nú er komin á marknaðin. Ein bilur fyri tey sum ganga hægri upp í design og comfort, enn tað at bilurin endiliga skal vera so praktiskur

Meðan nógv verður gjørt burturúr at gera bilarnar høgar, rúmligar og praktiskar, fyri at fáa so stóran kundaskara sum gjørligt, eru tað eisini kundar, sum ynskja sær ein bil, har høvuðsdenturin er lagdur á design og komfort. Tað er t.d. Mercedes-Benz CLS, besta dømið um - ein lágur luksus coupé við fýra hurðum og flottum designi. VW Passat CC er gjørdur við Mercedes-Benz CLS sum fyrimynd.

Passat CC er ikki ein vanligur Passat við lægri taki og smærri broytingum, men hesin hevur heilt annað design, sum er longri, breiðari og lægri en tann vanligi Passat. Talan er um ein 4-persónabil við tveimum sitiplássum framman og tveimum aftan. Kabinan er væl innrættað, forsetrini stuðla væl og eru løtt at stilla inn til røttu koyristøðuna.

Bilurin vit royndarkoyrdu var ein við 2,0 litra TDI dieselmotori við 140 hk. Talan er um ein sera umhvørvisvinarligan og økonomiskan motor, sum koyrir 17,2 km/l (blandað koyring). Umframt ein annan 2,0 litra TDI dieselmotor við 170 hk, fæst Passat CC fæst eisini við hesum bensinmotorum: 1,8 litra (TSI) við 160 hk, 2,0 litra (TSI) við 200 hk, og 3,6 litra V6 (4Motion) við 300 hk.

Passat CC er á tremur við framkomnari elektroniskari standardútgerð og fæst við allari hugsandi eykaúgerð. Sum standard hevur hann punkteringsfrí RunFlat dekk, sum als ikki lata seg ávirka av at t.d. ein seymur fer upp gjøgnum dekkið.

Koyrieginleikarnir eru á sera høgum støði, og væl virkandi servostýringin - saman við framkomna undirvogninum - ger sítt til at bilurin er ein heilt serlig uppliving at koyra.

Passat CC kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við kr. 358.000,- fyri ein 1,8 TSI við 160 hk bensinmotori.