VW keypt seg inn í Suzuki

Bilverksmiðjurnar Volkswagen í Týsklandi og Suzuki í Japan kunngera nú, at tær byrja eitt tætt samstarv, efter at VW hevur keypt 19,9 prosent av Suzuki. Avtalan varð undirskrivað í Tokyo av Osamu Suzuki stjóra í Suzuki Motor Corporation

og Martin Winterkorn stjóra í Volkswagen AG.

Volkswagen og Suzuki hava m.a. ætlanir um at ein felags bíligan bil, sum skal framleiðast í India. Samstarvið okkara millum byrjar fyrst í januar, sigur Suzuki stjórin Osamu Suzuki við japanskar fjølmiðlar.

Kendi týski analysuserfrøðingurin innan bilídnaðin, Ferdinand Dudenhöfer, roknar við at og um nøkur ár fara Volkswagen at eiga størri part í Suzuki.