VW Fun Roadster í 2007

Fun Roadster er navnið á framtíðar sportsvogninum hjá VW, sum skal koma á marknaðin í seinasta lagi í 2007. Fun Roadster verður ein lættur og kvikur 2-persónabilur, ið verður drivin av bakhjólunum

VW Fun Roadster, sum einans vigar 600 kg, verður gjørdur við tí fyri eyga at hann skal vera kvikur og liggja væl á vegum - serliga í svingum.

Tveir 1,0 motorar við 100 hk verða at velja í millum, annar bensin og hin diesel. VW stjórin, Bernd Pischetsrider, lovar, at bilurin kemur at koyra frá 0-100 km/t upp á undir 7 sekund, og verða líka kvikur sum ein Porsche Boxster.