Myndin er av einum VW bussi frá 1959 hjá Mogens Wraae, sum tá búði á Eiði. Mogens hevði saman við svágrinum Jógvan Kallsoy latið upp eitt bakarí á Eiði í 1956.
Í 1959 keypti Mogens sín fyrsta bil, ein VW buss, sum varð brúktur til at koyra bakaravørur til bygdirnar Ljósá, Norðskála og Oyri og til rutukoyring millum Eiði og Oyri. Legg til merkis at á bussinum stendur: Bakaríið á Eiði, tlf 17. Bilurin varð keyptur frá Farodane, sum umboðaði VW í Føroyum, og kostaði 13.475 krónur.
Í 1962 gavst Mogens við at baka og keypti sær ein Studebaker stationvogn til rutukoyring og leigutúrar. Í 1964 fór hann at koyra hýruvogn á bilstøðini Taxa 1313 í Havn.
Myndaeigari: Mogens Wraae












