Frá 1927 til 1957 var kappkoyringin "Mille Miglia" í Italia ein koyring, har nógvir av heimsins kvikastu og skjótastu sportsvognunum luttóku.
Í 1955 luttók ein luftkøldur fólkvognur, ið bleiv nummar 43 og nummar 3 í sínum klassa. 374 bilar vóru við í kappingini, har av 275 fullførdu kappingina. Gamla VW boblan var ikki nakar sportsbilur, men hann varð hóast alt framman fyri 232 aðrar sportsbilar.
Í dag er Mille Miglia kappingin mest fyri biláhugðar úr øllum heiminum og ikki einans fyri sportsbilar burturav. Hóast stóra aldursmunin kunnu bæði gamla VW boblan og VW New Beetle luttaka á líka fóti.
Kelda: Bil Snak