Við Norrønu í morgun komu 48 spildurnýggir VW bilar á seks trailarum. Bilarnir skulu til Ísland, har teir skulu sýnast fram. Har vóru fleiri sløg av VW bilum sum t.d. VW Golf, Touran, Passat, Touareg, Transporter í Buisness útgávu og fleiri Phaeton luksusbilar.
Bilarnir verða sendir til Íslands í sambandi við eitt serligt átak hjá Volkswagen í Reykjavík og har um leiðir.
VW bilarnir fara víðari til Íslands mikudagin.










