Marknaðurin fyri mini-MPV er í støðugum vøkstri um allan heimin, og nú hava VW eisini ætlanir um ein slíkan bil. Talan verður um ein bil, sum verður bygdur yvir VW Golf Plus, men við 6 cm hægri fríhædd.
Designið er smart og agressivt, bilurin sær út sum ein lítil jeepur. Eftir ætlan fær VW Beduin kenda 4x4 systemið hjá VW, ið nevnist 4motion, har bakhjólini aktiverast elektroniskt, tá forhjólini missa vegfestið. Møguliga verður eisini ein útgáva, ið bert verður drivin av forhjólunum.
Motorskráin verður nøkulunda soleiðis: 2.0 litur bensin við 150 hk, 1.9 litur TDI við 105 hk, og tveir 2.0 litur TDI við ávikavist 140 og 170 hk. Møguliga verður ein V6 eisini á skránni.
VW Beduin kemur eftir ætlan á marknaðin næsta ár.
Myndatektur:
VW Beduin, ið kemur á marknaðin í 2006, kemur helst at síggja nakað soleiðis út við smartum og agressivum designi