Vuvuzela bannað í Evropa

Vit vóru øll um at kvalast av teimum ígjøgnum summarið. Vuvuzelahornini fingu sinnini í kók, og onkur boykottaði enntá heimsmeistarakappingini orsakað av ræðuliga larminum. Nú hevur Uefa tikið stig til at banna vuvuzelahornunum í altjóða dystum í Evropa.

Bæði í Champeons League og í Evropa League dystum verður bannað at hava vuvuzela á stadionøkinum. Uefa sigur orsøkina til forboðið vera, at ljóðið kann broyta stemningin á stadion, og køva ljóðið frá áskoðarunum. Harvið fáa teir ikki á sama hátt givið sína hugsan um fótbóltsspælið til kennar.