Upptakt
Við fimm umførum eftir, er lykkjan um hálsin á tvøramonnum av álvara farin at merkjast. Hóast byrjanin upp á kappingarárið væl og virðiliga varð góðtikin, so hevur tað síðani hetta gingið verri enn illa. Liðið hevur ikki vunnið, síðani GÍ vitjaði á Sevm!ru tann 16. mai, og í teimum 13 eftirfylgjandi dystunum hevur liðið bara vunnið sær tr! stig.
Hevur úrtøkan verið vánalig hjá TB, so hevur hon verið júst tað øvuta hjá EB/Streymi, sum í ár stevnir beina kós móti besta úrsltinum í søgu felagsins. Higartil hevur besta endastøðan verið eitt sætta pláss, men verða bara tvey stig fingin afturat í seinastu fimm dystunum, verða tey hagtølini heilt víst betrað. Liðið hevur ikki tapt, síðani teir vitjaðu í Gundadali tann 12. juni, og í teimum 10 dystunum, sum síðani hava verið leiktir, hevur liðið fingið 20 stig. Og tá hevur skráin altso eisini talt útidystir móti Skála, B36 og NSÍ. Tríggir truplir dystir, sum tó kastaðu sjey av níggju møguligum stigum av sær!
Grundstuðlar mangla
Tí er einki at ivast í, at uppgávan hjá TB er serstakliga trupul. Og hon gerst ikki lættari av, at tveir av grundstuðlunum á liðnum ikki eru tøkir. Jón Johannesen fekk reytt kort, tá B36 vitjaði seinast, og komandi tríggjar dagarnar er hann so ikki tøkur. Og Dan Mortensen verður neyvan heldur tøkur. Hann varð skiftur út við skaða sunnudagin, og talan er helst um fipurskaða, sum so skal hava frið í nakrar vikur.
Hjá EB/Streymi tykist støðan við fólki vera á leið tann sama, sum hon var fyri viku síðani. Jákup Martin Joensen og Knút Vesturtún eru báðir skaddir, men sum skilst, so verður Jákup Martin kanska at síggja á beinkinum kortini.