Vunnu við 38 málum

Tað bleiv til ein knúsandi stórsigur til føroysku U19-kvinnurnar, sum vunnu heili 45-7 á Armenia.

Føroyar hava fyribils lagt seg á odda í bólki B í Woman’s Trophy-kappingini í Georgia, eftir at tað í dag bleiv til rættan stórsigur. Føroyar vunnu 45-7 á Armenia, eftir at hava verið á odda 19-1 í hálvleikinum. Belgia spælir um eina løtu ímóti Estlandi, so tá fæst at síggja, um Føroyar varðveita oddasessin.

Beinanvegin sást, at her var stórur munur á liðunum, og Føroyar vóru á odda 16-0, áðrenn Armenia fekk sítt fyrsta mál! Aftur í dag vóru annars nógvar útskiftingar á føroyska liðnum, so allar sluppu at spæla – og allir útispælararnir komu aftur hesaferð á máltalvuna. Katarina Høj, sum fór út við skaða í gjár, var tó ikki við.

Nógv av føroysku málunum komu eftir skjótálop, og hartil blivu ymsar royndir gjørdar við verjuspælinum, og samanumtikið var hetta ein dystur, har tað ráddi um ikki at leggja ov nógv fyri, so kreftir heldur eru eftir til meira krevjandi dystir, ið bíða.

Eftir hvønn dyst verður valdur ein dagsins spælari á hvørjum liði, og dagsins spælari hjá Føroyum í dag var Maria Halsdóttir Weihe.

Føroyar-Armenia 45-7 (19-1)

Tóra Eliasen 11

Maria Halsdóttir Weyhe 8

Guðrið Poulsen 6

Siw Matras 5

Jórun Bech Nielsen 4

Rannvá Dahl Hanusson 3

Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy 3

Kristina Poulsen 2

Beinta Bárðardóttir 1

Hanna H. Hansen 1

Magna Tórðardóttir 1