Vunnu tveir stórsigrar í dag

Føroysku telvararnir gjørdu bart bæði ímóti Gurnsey og Malta

Tað heftir einki fyri føroyska talvlandsliðnum, ið luttekur í Small Nations talvkappingini, sum hesa vikuna er í Monaco.

Í dag vóru tvey umfør á skránni, og føroyingarnir gjørdu bart. Fyrrapartin vunnu teir 4-0 á Gurnsey, og seinnapartin vunnu teir 4-0 á Malta. Nú skal vilja meiri enn illa til hjá føroyingunum, um teir ikki koma til hús aftur við sigrinum.

Tvey dystarstig verða latin fyri sigur og eitt fyri javnleik. Nú sjey av níggju umførum eru avgreidd, eru Føroyar á odda við 14 dystarstigum.  Næst á listanum eru Andorra og Kypros við 10 stigum.

Í morgin stendur San Marino fyri tørni, og sunnudagin verður rundað av ímóti Andorra.