Vunnu á Suðurafrika

Føroyska talvlandsliðið fór aftur upp um hálvu úrtøkuna, tá tað í gjár eydnaðist at basa Suðurafrika

Talv

 

Jóan Hendrik Andreasen hevur í fleiri ár verið millum heilt sterku føroysku telvararnar, men veruliga gjøgnumbrotið hevur hann ikki fingið fyrr enn nú.

Aftur í gjár var hann førur fyri at vinna týðandi stig heim, tá hann á fjórða borði í dysti móti altjóða meistaranum, Mabusela Johanne Mayedi.

Og tað gjørdist ikki verri av, at Helgi Dam Ziska á fyrsta borði basti Kobese Watu. Tað gav føroyingunum sera sterk kort, og Martin Dam tryggjaði sigurin, tá hann togaði javnleik heim á triðja borði. Á øðrum borði royndi Heini Olsen at fáa javnleik, men hann noyddist at leggja kongin eftir 43 leikir, men tað skalaði kortini ikki føroyska sigurin.

Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar vinna á Suður Afrika í OL-talvi. Áður hevur føroyska landsliðið spælt javnt og tapt móti tjóðini, sum tó var styrkismett nakað lægri enn Føroyar hesaferð. Eisini hóast teir hava tríggjar altjóða meistarar við borðini móti tveimum við føroysku borðini.