Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, sigur, at talan var um ein fínan venjingardyst hjá føroyska liðnum.
- Hetta liðið var munandi sterkari enn finska Turku, sum vit spældu fyrsta venjingardystin ímóti. Fleiri av spælarunum hava áður roynt seg í bestu sponsku deildini, og talan var um eitt lið við góðum tekniskum førleika. Sæð í mun til teir dystir, sum vit skulu spæla í ár, var talan helst um fína mótstøðu, sigur Jógvan Martin.
Sjálvur dysturin endaði við málleysum javnleiki, og tí máttu brotsspørk til, áðrenn steypið kundi handast. Brotsspørkini dugdu okkara menn betri at skjóta, og tí kemur eitt nýtt steyp í ikki alt ov rokaða skápið hjá FSF.
Føroyska liðið: Jákup Mikkelsen ? Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Rasmus Nolsøe, Marner Djurhuus (Mortan úr Hørg, 45.) ? Jákup á Borg (Símin Samuelsen, 70.), Mikkjal Thomassen, Sámal Joensen (Tem Hansen, 45.), Hans Pauli Samuelsen (Jónhard Frederiksberg, 45.) ? Christian Høgni Jacobsen (Christian Lamhauge Holst, 45.), Andrew av Fløtum (Rógvi Jacobsen, 45.)