Vunnu stórt á Írlandi

Eftir greiða sigurin á Malta mikudagin, var tað í gjár Írland, sum stóð fyri føroyska manslandsliðnum. Her var ongan tíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Føroyska liðið vann ein sannførandi 46-21 sigur, og hevur soleiðis framvegis fult stigatal í kappingini. Bestu føroysku málskjúttarnir hósdagin vóru Dánjal Tórgarð við átta málum og Ingi Olsen við seks málum.