Vunnu slaka miljard og fóru í song

Hvussu hevði tú reagerað, um tú fanst út av, at tú hevði vunnið 955 miljónir krónur í lotto?

Hvussu hevði tú í veruleikanum reagerað, um tú fanst út av, at tú hevði vunnið 955 miljónir krónur í lotto? Tað eru helst tey fæstu, sum eru før fyri at geva eitt skikkað svar. Men, hjúnini, Frances og Patrick Connelly úr Moira í Norðurírlandi, kenna svarið. Tað gera tey, tí tey herfyri vunnu eina slaka miljard krónur í lotto.

 

Í fyrstani sótu tey eina løtu still og royndu at skilja tað, sum var hent. Síðan gjørdu tey sær ein temunn, góvu hvørjum øðrum eitt klemm og settu seg at skriva ein lista yvir fólk, sum tey vildu geva pengar. Síðan fóru tey til songar.

 

Tað skrivar Belfast Telegraph, sum hava snakkað við nýggju miljarderarnir, sum við nøvnum og myndum hava gjørt av at siga, hvørji tey eru. 50 fólk komu á listan hjá teimum, og hesi skulu øll hava lut í stóra vinninginum. Men, eingin teirra hevur enn fingið at vita, at tey standa til at fáa nøkur eyka ”nullir” á sínar uppsparingskontur.

 

Vinningurin á 115 miljónir bretsk pund, sum parið vann nýggjársdag, er hin fjórð størsti vinningurin, sum nakrantíð er vunnin í bretskari lotto-søgu.

 

- Vit lata okkum sjáldan ríva við. Kanska lyfti eg eitt lítið sindur undir røddina – akkurát, tá vit sóu, at vit áttu vinningin, sigur 52 ára gamla, Frances Connolly, við Belfast Telegraph. Hon leggur aftrat, at tey í stuttum feiðraðu vinningin við einum klemmi og einum koppi av te.

 

Hetta er ein velduga stór rúgva av pengum, og hjúnini vilja gjarna, at pengarnir eisini fáa týdning fyri onnur menniskju, sum tey kenna og elska.