Føroyska unglingalandsliðið hevur um vikuskiftið luttikið í Danish Junior Open 2016, har tað eydnaðist føroysku leikarunum at vinna fleiri heiðursmerkir.
- Allir okkara unglingaspælarir vístu sera gott spæl til alla kappingina, og tey stríddust fyri hvønn bólt. Danish Junior Open 2016 í A-bólkinum hjá U15 og U17/19 var hørð kapping frá hinum leikarunum, bæði teimum donsku, týsku og svensku. Sum tit síggja, so vóru vit í fleiri av hálvfinalunum og finalunum í U15 – og er hetta sera gott fyri føroyskt badminton og fyri, hvussu framtíðin vónandi fer at verða, sigur formaðurin í Badmintonsambandinum, Erik Engelbrecht Thomsen.
Hesaferð gjørdist talan um 7 gull, 4 silvur og 6 triðja pláss.
Hesi tryggjaðu sær gull, silvur og eitt 3. pláss:
U13-M:
T.vímansleikur kvinnur: gull Adhya Nandi/Miriam í Grótinum.
Blandaður tvímansleikur: 3. pláss Adhya Nandi saman við x-makkara frá Danmark.
U15-A:
Einmansleikur menn: 3. pláss til Jónas Djurhuus.
Einmansleikur kvinnur: gull Lena Maria Joensen og silvur Sissal Thomsen.
Tvímansleikur kvinnur: 3. pláss Mona Rasmusdóttir/Jensa Tórolvsdóttir og Sissal Thomsen/Lena Maria Joensen.
Tvímansleikur menn: gull Ari Nandi/Ari M. Jacobsen og silvur Jónas Djurhuus/ Árant á Mýrini.
Blandaður tvímansleikur: silvur Jónas Djurhuss/Sissal Thomsen og 3. pláss Rúni Øster/Mona Rasmusdóttir.
U17/19-A:
Einmansleikur kvinnur: gull Gunnva Jacobsen og silvur Sólfríð Hjørleifsdóttir.
Tvímansleikur kvinnur: gull Gunnva Jacobsen/Sólfríð Hjørleifsdóttir.
Tvímansleikur menn: gull Magnus Dal-Christiansen/Rani í Bø.
Blandaður tvímansleikur: gull Magnus Dal-Christiansen/Gunnva Jacobsen og 3. pláss Dann Fróðason/Sólfríð Hjørleifsdóttir