KÍF-VÍF 29-24 (14-8):
Æran í eini grannauppgerð er vanliga nóg mikið til at tendra kollfirðingar, og tað var hon eisini sunnudagin, tá teir tóku móti VÍF.
Kollfirðingar hava annars ikki havt sítt besta kappingarár. Og tað hevur verið nakað langt upp til høgtflúgvandi vónirnar, sum fleiri høvdu til liðið undan kappingini.
Hjá VÍF hevur eisini verið langt upp til avrikini, sum fólk so ofta hava sæð frá liðnum, men boðini hava alla tíðina verið, at eitt nýtt lið nú verður bygt upp, og tí hevur tolið frá viðhaldsfólkunum eisini verið hampuliga stórt.
Nýtt lið ella ikki, so vóru vestemenningar als ikki líka tendraðir, sum vertirnir vóru tað, tá dysturin sunnudagin varð spældur. Fyrstu løtuna spruttaðu teir gulu kanska, men heilt skjótt stóð greitt, at vertirnir vildu meira á degnum.
Seinna korterið av fyrra hálvleiki vann KÍF soleiðis 8-1, og tó at VÍF royndi at sprutta eftir steðgin, so komu teir ongan tíð av álvara við aftur í dystin. Tá munurin var minstur, vóru framvegis trý upp til vertirnar, sum eisini dugdu at svara aftur, tá teir gulu royndu at bíta frá sær.
Fakta um dystin
KÍF-VÍF 29-24 (14-8)
10 min: 3-4
20 min: 9-7
40 min: 17-13
50 min: 22-16
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8(2), Rógvi Weihe 7, Ingi Johannesen 5,Regin Petersen 3, Niklas Reginsson 2, Dejan Jankovic 2, Jóan Pauli Olsen 2, Teitur Joensen 1
VÍF: Karl Johan Djurhuus 5, Sjúrður Poulsen 5, Regin Joensen 3, Sámal J. Djurhuus 3, Rói Lamhauge 2, Jákup S. Andreasen 2, Eli Müller 1, Agnar Joensen 1, Rúni Joensen 1, Magnus Müller 1(1)
Brotskøst: KÍF 2, VÍF 4
Útvísingar: KÍF 3, VÍF 1
Dómarar: Kristjan Johansen & Dánjal Samuelsen.