Fyrsti dysturin hjá U17 landsliðnum í Aberdeen International Football Festival er liðugur. Føroyar vunnu trygt 3-0, eftir hálvleiksstøðuna 1-0, ímóti norska Stavanger. Gilli Søresen úr HB legði føroyingarnir á odda, Teitur Gestsson, málverji úr KÍ, økti við brotsparki, áðrenn Hallur Hansson staðfesti sigurin við málið til 3-0. Tískil fekk U17 eina frálíka byrjan upp á kappingina.
Tað gekk minni væl hjá U15. Ungu dreingirnir taptu 1-3 ímóti skotska Lewis United. Føroyar vóru aftan fyri við tveimum málum móti ongum í hálvleikinum. Einsamalli málskjútti hjá U15 landsliðnum var Ísak Simonsen, sum minkaði til 1-3 við brotsparki.
Føroyar U17 ? Stavanger 3-0 (1-0)
1-0: Gilli Sørensen, 14
2-0: Teitur Gestsson, brts., 59
3-0: Hallur Hansen, 68
Lewis United ? Føroyar U15 3-1 (2-0)
3-1: Ísak Simonsen, brts., 65











