Vunnu milliónir í Lotto fyri fjórðu ferð

Ein amerikonsk kvinna frá Las Vegas hevur júst vunnið 55 milliónir í Lotto. Tað er helst ein vinningur, sum tey flestu kunnu hugsað sær, men hetta er í roynd og veru fjórði millión vinningurin, sum kvinnan hevur vunnið síðani 1993. Innan 30 ár hevur Joan Ginther vunnið fýra millión vinningar.

Tað skrivar ABCnews.

Fyrsti vinningurin var á 70 milliónir krónur og var í 1993. 13 ár seinni vann hon aftur, tó var talan ?bert? 13 milliónir hesaferð. Betri eydnaðist tó tvey ár seinni, tá ið hon vann 18 milliónir krónur. Og nú vann hon so 55 milliónir krónur.

Sostatt hevur hon vunnið yvir 150 milliónir krónur.

Joan Ginther vil ikki tosa við miðlarnar, og tí er tað eingin, sum hevur fingið greiðu á, um hon hevur onkran serstakan hátt at vinna.

Kelda: bt.dk