Avrikið hjá føroyska kvinnuhondbóltslandsliðnum móti Kosovo í tí seinna dystinum var nakað frægari enn í fyrra dystinum, ið Føroyar taptu 24-27 (13-14).
Føroyar vunnu í kvøld, men vunnu ein ov lítlan sigur til at kunna halda fram í HM-undankappingini.
Dysturin í kvøld endaði 29-28 til Føroyar. Við støðuna 29-27 og við níggju sekundum eftir fór føroyska liðið í álop við sjey útileikarum, men tær mistu bóltin til Kosovo, ið sendu bóltin í eitt tómt mál til endaligu støðuna 29-28, og harvið ein samlaðan 55-53 sigur til Kosovo, ið er eitt stórt vónbrot fyri føroysku kvinnurnar.
Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Frásøgumennirnir hjá Kringvarpinum, Súni Merkistein og Birgir Hansen hildu, at tað var serliga verjuspælið sum haltaði hjá føroyska liðnum. Álopsliga átti føroyska liðið nóg mikið í sær til at vinna ein størri sigur.
Ítróttarliga var tað heldur ikki ein fyrimunur at spæla báðar dystirnar í Kosovo, men tað fíggjarliga spælir sjálvandi eisini inn í tí roknistykkinum.
Kosovo-Føroyar 28-29 (16-16) - Samlað 55-53 til Kosovo, ið heldur fram í HM-undankappingini.
Málskjúttar Føroyar: Marianna G. Eystberg 6/7, Jana Mittún 6/8, Súna K. Hansen 4/4, Rannvá Olsen 4/8, Lív S. Poulsen 3/4, Maria H. Weyhe 2/2, Vár B. Zachariassen 2/2, Pernille Brandenborg 2/4.
Bjargingar: Rakul Wardum 10/27 = 37.04 %, Annika F. Petersen 6/17 = 35.29 %











