Í upptaktsblað okkara til oyggjaleikirnar staðfesti Rúni Weihe, at fyrst og fremst skuldi manslandsliðið læra at seta fokus á spælið og loysnir, tá tað gekk ímóti. Heldur enn at øsa seg inn á dómarar og aðrar uttanfyristandandi faktorar.
Og hósdagin kundi ein fegin Rúni staðfesta, at júst hetta var tað, sum liðið hevði gjørt.
- Hesin dysturin var eitt prakt-eksemplar upp á akkurát tað. Har vóru nógvar kontroversiellar dómaraavgerðir, og eina løtu fara vit eitt sindur upp at kóka í høvdinum. Men vit koma niðuraftur, soleiðis at vit aftur fáa frið á spælið. Og ístaðin endar tað við, at teir oyðileggja alt spælið sjálvir við at skeldast innanhýsis. Enntá somikið illa, at venjarin tekur tveir teir bestu spælararnar út eina løtu. Tá fingu vit so eini 4-5 stig, og tað varð munurin í seinasta enda.
Í næsta settinum eru tit aftan fyri 10-15, men koma kortini upp á 19-17?
- Ja. Og tað haldi eg bara vísir dygdina, sum býr í liðnum. Eisini tá vóru vit tolnir og slettu kalt vatn í blóðið, og tað er tað, sum skal til. So skjótt sum vit fara yvir gevind, so eru vit sjálvir okkara argastu fíggindar.
Vart tú ongan tíð bangin fyri, at tit noyddust út í ein fimm-settara móti monnum, sum eru vanir við slíkan hita. Enntá spældu fleiri teirra í undirtroyggju undir spælitroyggjuni.
- Jú. Eg bar ótta fyri tí, tá vit komu í fjórða sett. Eg var púrasta útlúgvaður, og eg veit ikki, um eg hevði orkað eitt sett afturat. So tað var veldugt, at tað endaði soleiðis, sum tað nú gjørdi.
Men í morgin eru tit kanska til reiðar til fimm sett, skuldi tað verðið neyðugt?
- Ja, ja. Nú er tað heim at hvíla. Sova væl og eta væl. So hava vit nýggjar kreftir til tann dystin, segði Rúni Weihe.









