Føroysku flogbóltskvinnurnar gjørdu einki minni enn eitt bragd, tá tær í gjárkvøldið vunnu ein sannførandi 3-0 sigur á vertunum úr Luxembourg, sum annars vóru favorittar.
Settúrslitini vóru 28-26, 25-21 og 25-19, og frætta vit úr Luxembourg, at talan var um sera gott spæl í øllum trimum settunum í helst mest óvæntaða føroyska sigrinum nakrantíð.
Í fyrsta setti høvdu bæði lið settbóltar, men føroysku kvinnurnar megnaðu at avgera. Í øðrum setti runnu tær fyrst aftaná, men fingu so vunnið settið, og í triðja setti var eingin ivi.
Spennandi ímóti San Marino
Undan kappingini varð hildið, at Luxembourg var besta liðið, men nú fæst so at síggja, um San Marino í morgin klokkan 17 ella Ísland sunnudagin kann bíta frá sær.
San Marino vann í gjárkvøldið 3-1 á Íslandi, og vóru settúrslitini í tí dystinum 21-25, 25-23, 25-21 og 25-19, so nógv bendir á, at San Marino kann geva mótstøðu, men nú fáa vit at síggja.
Óansæð, so var talan í fyrsta dystinum um eitt sera flott og sannførandi avrik, ið boðar frá góðum, og fyri fyrst er útlitini góð fyri, at Føroyar kunnu koma víðari til endaumfarið, sum verður spælt í 2013.