Kappróður
Tað kann illa sigast annað, enn at lutakastið ikki var við Katrini og Julianne, tá hálvfinalurnar í teirra bátaflokki vórðu settar saman.
Fríggjamorgunin eydnaðis teimum nevnliga ikki at rógva seg í OL-finaluna, sum hevur verið málið seinastu árini hjá teimum báðum kvinnunum. Holland, Finnland og Týskland vóru tá framman fyri hálvgum føroyska bátin, og tey trý londini settu seg á trý av fýra fremstu plássunum í finaluni sunnudagin.
Starturin kostaði
Fyri at verða partur av a-finaluni var neyðugt hjá Katrini og Julianu í minsta lagið at greiða triðja plássið í hálvfinaluni. Tað megnaðu tær ikki. Alexandre I, sum báturin hjá teimum báðum eitur, endaði á fjórða plássi.
Stóri trupulleikin hjá teimum báðu væl trimmaðu rógvarunum hevur verið, at startspurturin ikki hevur verið nóg góður. Soleiðis var tað eisini fríggjamorgunjin. Skjótt eftir startskotið var danski báturin aftastur av teimum seks luttakarunum. Tá ið 2000 metra teinurin var hálvrógvin, fóru tær báðar at ota seg fram, men tá var takið ov stórt, og tær endaðu á fjórða plássi.
Og so var eisini greitt, at føroyski luttakarin í OL kappróðrinum ikki longur hevði møguleika at vinna heiðursmerki.
Við sigrinum sunnudagin prógvaðu Katrin og Julianne tó, at tær helst skuldu roknast millum sterkastu seks bátarnar, men hóast hetta var eitt slag av uppreisn, so var hesin sigurin ikki heilt at sammeta við eitt finalupláss í kappingini, sum bert verður rógvin fjórða hvørt ár, og helst verður uttan føroyska luttøku, tá leikirnir aftur eru á skránni í 2012.
---
Fakta
A-finalan
1 Holland 6.54,74
2 Finnland 6.56,03
3 Kanada 6.56,68
4 Týskland 6.56,72
5 Kina 7.01,90
6 Grikkaland 7.04,61
B-finalan
1 Danmark 7.06,94
2 Australia 7.07,17
3 Japan 7.08,49
4 USA 7.09,02
5 Bretland 7.11,24
6 Kuba 7.20,07










