Vunnu á Google

Nøkur belgisk bløð hava vunnið eitt rættarmál ímóti Google. Bløðini høvdu stevnt Google, tí Google News brúkti tilfar úr bløðunum uttan at biðja um loyvi og uttan at rinda samsýning, og í gjár staðfesti rætturin í Bruxelles, at hevur hevur Google News ikki loyvi til. Umframt belgisku bløðini hevur franska tíðindeastovan AFP stevnt Google News, tí heimasíðan hevur brúkt tilfar hjá tíðindastovuni uttan loyvi.