Judo
Ikki færri enn 2 gullmedaljur, 4 bronsumedaljur og 2 steyp høvdu teir við sær heimaftur. Føroysku judo-unglingarnir, sum um vikuskiftið royndu seg í altjóða kapping í Danmark.
Gullmerkini
Teitur Joensen úr Sunda Judofelag vann gull í vektbólkinum -55 kg. fyri unglingar undir 17 ár fyri íðkarar, ið hava upp til grønt belti. Hann vann allar sínar dystir, og harafturat fekk hann fightersteypið, ið varð latið til tann íðkaran, sum undir kappingini sýndi besta teknikk og størsta stríðsviljan.
Alex Joensen úr Sunda Judofelag vann eisini gull í sínum vektbólki. Hann luttók í bólkinum -66 kg. fyri ung undir 21 ár upp til grønt belti. Alex skuldi kappast í bólkinum -60 kg., men orsaka av ov fáum tilmeldingum í hesum bólkinum, varð Alex fluttur upp í bólkin -66. Eisini Alex vann eitt steyp. Tað var fyri skjótasta sigurin, tí tað tók honum ikki meira enn 5 sekund at kasta mótstøðumannin til Ippon, t.v.s. fult stigatal.
Brondu í hægri vektflokki
Torvald Abrahamsen úr Havnar Judofelag vann bronsu í vektbólkinum -60 kg. upp til grønt belti.
Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag vann eisini bronsu. Hann skuldi luttaka í venktbólkinum -60 kg., men av tí at hann vigaði 60,6 kg. eydnaðist honum ikki at røkka hendan bólkin, so hann varð fluttur upp í -66 kg.
Eisini hann kappaðist í aldursbólkinum undir 17 ár millum teir, sum hava upp til grønt belti. Jógvan Páll kláraði seg heilt væl í kappingini, hóast hann kom í hægri vektbólk. Hann vann tríggjar teir fyrstu dystirnar, men kláraði seg tó ikki longur upp enn til bronsumedaljuna.
Christoffer Olsen úr Havnar Judofelag býr í løtuni í Danmark, har hann er undir útbúgving og dagliga venur við judofelagnum í Vejen. Hann stillaði upp í vektbólkinum -60 kg. í A-klassanum, t.v.s. millum teir, ið hava blátt belti ella hægri. Christoffer, sum er í aldursbólkinum undir 21 ár, vann eisini bronsumedalju.
Jákup Andrias Thomsen úr Havnar Judofelag kappaðist eisini í A-klassanum. Hann var í vektbólkinum -73 kg. fyri ung undir 21 ár, og eisini hann kláraði seg avbera gott og vann bronsumedalju.
Fleiri vóru nær við
Eirikur Jákupsson úr Havnar Judofelag var eisini við í kappingini. Hann var í vektbólkinum -45 kg. fyri unglingar undir 17 ár við upp til grønt belti. Hann tapti fyrsta dystin, vann næsta men tapti so eisini triðja dystin, tó at føroyingarnir mettu, at talan her var um dómaramistak. Eirikur kastaði í hesum dystinum mótstøðumannin, men dómarin dømdi kortini mótstøðumannin at hava vunnið dystin. Eirikur endaði á 4. plássi.
Fríði Eidesgaard Mikkelsen úr Havnar Judofelag var eins og Erikur við í útlendskari kapping fyri fyrstu ferð. Eisini Fríði royndist væl í kappingini, men kappingin varð ov hørð fyri hann í bólkinum -50 kg. fyri ung undir 17 ár, so hann kom ikki víðari í kappingini.
David Nilssen úr Havnar Judofelag hevði eisini eina rættiliga góða kapping. Í fyrsta dystinum var hann frammanfyri allan dystin við einum wasa-ari og tveimum yoku, men tá bert 50 sekund vóru eftir av dystinum var hann ikki nóg ansin, og hin fekk kasta David og vann sostatt dystin. Næsta dystin vann David við at kasta ein svenskara til ippon.
Í triðja dystinum var David eisini frammanfyri, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist honum at halda fast. Mótstøðumaðurin, sum er á danska ungdómslandsliðnum, vann hendan dystin, tá tað eydnaðist honum at fáa eitt halditak á Davidi.