Vunnu í evstu løtu

Kvinnurnar hjá StÍF fingu ein kærkomnan sigur, tá ið tær sunnudagin vitjaðu í Vestmanna. Hóast StÍF var á odda ein stóran part av dystinum, so var tað ikki fyrr enn í evstu løtu, at tær vissaðu sær sigurin.

Í fyrra hálvleiki var StÍF greitt tað betra liðið, og munurin í steðginum kundi verið væl meira enn tey tvey málini, um ikki Tomma Petersen í VÍF-málinum hevði staðið so avbera væl.
Tomma gjørdi eisini sítt til, at tað í seinna hálvleiki eydnaðist heimaliðnum at venda gongdini, soleiðis at VÍF kom á odda, og eitt skifti var framman fyri við fýra málum.
Men strandakvinnur góvust ikki, og hóast sterki skjúttin, Rebekka Justinussen, var mansvard allan seinna hálvleik, tóku tær seg spakuliga inn á heimaliðið.
Ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist StÍF at taka VÍF aftur, var framúr gott málmansspæl frá Adelu Burcea. Hon tók snøgt sagt alt tí einu løtuna, og sjálvsálitið hjá skjúttunum hjá VÍF hvarv fullkomiliga.
VÍF hevði møguleikan at avgerða dystin fleiri ferðir, men brendu upplagdar møguleikar, og ístaðin fekk StÍF fyrst javnað til 19-19, og at enda eisini 20-19, og harvið fekk StÍF trý kærkomin stig.
Vit hava tíverri ongan dómaraseðil fingið sendandi úr Vestmanna, og tí ber ikki til hjá okkum at gera eitt yvirlit yvir málskjúttar, útvísingar, brotskøst og annað.