Føroyska manslandsliðið í flogbólti spældi ígjár ímóti Luksemborg, sum er vertstjóðin í undan-undankappingini til EM, har hini mótstøðuliðini eru Skotland og Kýpros.
Talan gjørdist um ein 1-3 ósigur til føroyska liðið. Luksemborg vann fyrsta sett 25-14. Føroyska liðið fekk annars eina góða byrjan, og var á odda 5-1 tíðliga í settinum.
Annað sett vann Luksemborg 25-16, men í triðja settinum glógvaði hjá føroyingum. Føroyar vunnu triðja settið 25-18. Heimasíðan hjá flogbóltssambandinum staðfestir, at føroyska liðið spældi sera væl hetta settið.
Væl vaksnu spælararnir hjá Luksemborg svaraðu tó aftur í fjórða setti, sum teir vunnu greitt 25-11, og harvið ein 3-1 sigur.
Luksemborg - Føroyar 3-1 (25-14, 25-16, 18-25, 25-11)
Klokkan 16 í dag spælir føroyska liðið ímóti Skotlandi, sum tapti 0-3 ímóti Kýpros ígjár.