Vunnu aftur á Noregi

Føroyar hava aftur í morgun megnað at vunnið á Noreg – í dag gjørdist sigurin 3-1 í settum.

 

 

Úrslitini hava háttað seg soleiðis, at tað eru Føroyar, Ísland og Noreg sum skulu leika um plássini frá nr. 5-7, og tí gjørdist tað Noreg, sum aftur í dag stóð hinumegin netið.

 

 

Vónirnar undan dystinum vóru góðar, tí í fyrradagin vunnu Føroyar 3-0 júst á Noreg, men ivamál var eisini, um dreingirnir megnaðu at reisa seg aftur, eftir 3-2 ósigurin móti Onglandi í gjár.

 

 

Føroyar komu væl frá byrjan, og vunnu bæði tey fyrstu settini ávikavist 25- 18 og 25-19, og alt sá gott út.

 

 

Men!

 

 

So støðgaði upp, feilir vóru gjørdir, og føroysku dreingirnir høvdu trupuleikar við at fáa fatur á smasjunu hjá tí eina kantinum hjá Noreg – Føroyar taptu triðja settið 25-22.

 

 

Sama vánaliga spæl var í byrjanini av 4. setti. Føroyar vóru aftanfyri 11-9, 20-18, men so komu teir upp á 20-20 – so afturút 23-20, men so kom vend í, og liðið kom upp á 25-25 eftir ein settbólt, har Føroyar gjørdi ein servifeil.

 

 

Men dreingirnir mentu seg aftur og stóðu ímóti trýstinum. Fyrst vunnu teir seg upp á 26-25, og so var tað hevarin Julian Vest Niclasen, sum tók sakina í egnar hendur, og snýtti alt tað norska liðið, og koyrdi bóltin yvirum 2. ferð í staðin fyri at heva – bólturin beint í gólvið, og sigurin upp á 3-1 var komin í hús.

 

 

Eitt megnar avrik hjá øllum liðnum og venjarunum Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

 

 

Føroyar – Noreg: 3-1, 25-18, 25-19, 22-25 og 27-25.

 

 

Klokkan 14,00 í dag skulu dreingirnir splæa seinasta dystin, sum er ímóti Íslandi – vinna teir henda dystin enda teir nr. 5 í kappingini.

 

 

Í gjár spældu Noreg og Ísland, og henda dystin vann Noreg 3-0eftir ein javnan dyst.

 

 

Kl. 10,00 fóru føroysku U 17 genturnar undir sín seinasta dyst – hesin er ímóti Grønlandi.

 

 

Dystirnir verða stroymdir á www.volleytv.dk

 

 

 

Leikararnir í dag vóru:

 

 

U 17 dreingir:

Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ

Ragnar Weihe, SÍ

Hjørtur Joensen. SÍ

Jón Weihe Simonsen, SÍ

Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ

Dávið Hentze, Mjølnir

Áslakur Holm, ÍF

Hákun Weihe Heinason, Fleyr

Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr

Niklas Samuelsen, Fleyr

Julian Vest Niclasen, SÍ

 

Venjari: Rajko Petrovic

Hjálparvenjari: Hans Simonsen

 

Liðleiðari: Jónley Poulsen