Vunnu 3-1 á Sri Lanka

Føroyska talvlandsliðið fekk eina góða byrjan upp á talv-OL, sum í hesum døgum verða telvað í Dresden

Talv

 

Heini Olsen, John Rødgaard og Martin Poulsen vunnu allir síni talv, og tað var nóg mikið til at tryggja føroyingum ein 3-1 sigur, tá føroyska landsliðið í gjár fór undir sín fyrsta dyst í OL-kappingini. Joan Hendrik Andreasen tapti á fjórða borði.

Í øðrum umfari, sum byrjar klokkan 14 í dag, skulu Føroyar telva móti Pakistan. Pakistan vann 3,5-0,5 á Monaco í fyrsta dystinum. Pakistan er annars styrkismett sum nummar 139, meðan Føroyar eru mettar sum nummar 73. Men sigurin á Monaco vísir tó, at Pakistan helst er væl sterkari, enn ratingin annars sigur, so lagt er av álvara upp til spennandi dyst. Og sjálvandi ber eisini til at fylgja við í hesum á alnetinum, har leinkja til kappingina er at finna á www.faroechess.com.