Føroyska U- 19 liðið hjá gentum í flogbólti vunnu í morgun 3-0 á Íslandi. Sigurin var rættuliga greiður, og settini endaðu 25-16, 25-19 og 25 - 21. Føroyar skulu aftur í eldin kl. 13,00 føroyska tið, tá mótstøðuliðið er Noreg.
Dysturin verður møguliga avgerandi fyri hvør vinnur
2.,3. ella 4. plássið í kappingini. Teir í leiktu á føroyska liðnum í morgun vóru: Hevari: Elin Weihe, miðjur: Elisabeth Purkhús,Heidi Christiansen og Sóley Poulsen, Kantar: Simonika Hammer, Anja Danielsen og Vivian Joensen, Diagonalar: Birgit Guttesen og Sofía Purkhús.