Føroyska fótbóltslandsliðið hevur í kvøld sett verdugt punktum fyri hesum kappingarárinum og hesari EM undankappingini.
Í Mandena vunnu italsku heimsmeistararnir 3-1, eftir at heimaliðið í 1. hálvleiki var frammanfyri 3-0.
Í 2. hálvleiki sýndi føroyska liðið fínt avrik. Fleiri ferðir var um reppið, at Føroyar fingu mál. Tættast við var Rógvi Jacobsen, og tí var tað ikki óvæntað, tá ið Rógvi Jacobsen eftir innlegg úr høgru frá Jóhan Troest Davidsen við høvdinum setti bóltin í málið.
Stutt undan leikloki var tað um reppið, at Jóhan Troest Davidsen minkaði uppaftur meiri um munin, men hann sendi við høvdinum bóltin í stólparótina.











