Vunnu 15.000 kr.

Tað gjørdist liðið Alle alle av Tekniska skúla í Klaksvík, ið vann Xplore kappingina. Vinningurin er 15.000 kr.

XPLORE

Liðið Alle alle (fulkubbi) av Tekniska skúla í Klaksvík gjørdist endaligi vinnarin av Xplore kappingini. Manningin á liðnum varð hendan: Hallur Joensen, Rói Jacobsen og Gunnleivur Biskopstø.
Fríggjadagin fingur teir handaða virðislønina fyri sigurin. Virðislønin vóru 15.000 kr. at býta millum sín fyri avrikið. Tað var Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, sum handaði teimum trimum vinningin.
Vinnandi liðið av Tekniska skúla í Klaksvík vóru eisini fremstir í innleiðandi umfarinum, og harvið favorittar til at vinna finaluna.
Vinnarin av spælinum er tað liðið, ið fær flest inntøkur fyri hvørja útreiðslukrónu. Liðini skulu nýta pengar til kanningar, boringar og annað - eins og í veruleikanum.
Í finaluni var eisini ein dómsnevnd sett við tveimum fólkum frá Agip og einum umboði úr Oljumálaráðnum.
Dómsnevndin hugdi í finaluni eftir, hvussu liðini kláraðu seg á øllum øllum økjum.
Semj a var um, at vinnandi liðið skuldi vera teir tríggir av Tekniska skúla í Klaksvík. Øll liðini í kappingini eru kallaði eftir ymiskum fuglanøvnum, og vinnandi liðið Alle alle er látínska heitið fyri fulkubba.
Liðini á øðrum og triðja plássi vóru úr Studentaskúlanum av Kambsdali. Úr hinum bygninginum av Kambsdali kom liðið á fjórða plássi. Tekniski skúli í Klaksvík átti eisini liðið á fimmta plássi.

65 lið
Frá byrjan vóru 65 lið við kappingini. Lið úr flest øllum miðnámsskúlun í Føroyum vóru við. Nøkur fá eru follin frá, men sum heild hevur áhugin fyri spælinum verður stórur, og fyrireikararnir lata eisini væl at.
?Vit mugu siga, at kappingin gjørdist sera væl eydnað, sigur Òlavur Ellefsen, stjóri fyri Tøkni, ið hevur staðið fyri verktælanini.
Kappingin er grundað á spælið Xplore, ið snýr seg um oljuleiting.
Í innleiðandi umførinum kappaðust liðini í tveimum bólkum, og fimm tey bestu liðini komu í finaluna. Hóast finalan varð hildin fríggjadagin varð finnaran ikki kunngjørdur fyrr á oljuráðstevnuni mikudagin.
Liðini vóru sum oftast mannaði við trimum luttakarum ella fýra, og flest øll fingu skúlatímar settar av til at kappingina og spælið. Hjá fleiri rakk áhugin eisini útum skúlatíðina.
Ólavur Ellefsen sigur, at teir eru bilsnir av áhuganum og evnunum hjá føroysku næmingunum.
Spælið er grundað á prinsippið ?Learning by doing?, og eingin hevur sannað hetta meira enn vinnararnir av kappingin.
?Hetta er ein fínur háttur at læra okkum ungdómar, tí um vit skuldu lisið okkum til alt hetta, sum vit nú hava lært, so hevði so gott sum onki sitið eftir í høvdinum. Tí ein lærir best við at sleppa at royna seg sjálvur, søgdu teir tríggir, tá Sosialurin tosaði við teir herfyri.


Gjørt í Føroyum
Xplore er gjørt og útviklað í Føroyum og er partur av førleikamenningini, ið oljufeløgini hava bundið seg til at nýta pengar til í Føroyum.
Sansir hevur forritað spælið og gjørt tað grafiska arbeiðið. Tøkni hevur staðið fyri verkætlanini í samstarvi við Agip og Føroya Kolvetni, sum er eitt av útlendsku oljufeløgunum í føroyskum øki.
Til at menna spælið hava ymsir útlendskir ráðgevarar eisini verið við í framleiðsluni.
Sosialurin ynskir teimum trimum hjartaliga til lukku við sigrinum.