Vundu burturúr Estlandi

Seinni hálvleikur gjørdist ein sonn valdsdemonstratión frá okkara kvinnum, eftir at tær førdu 14-11 í steðginum.

Dysturin byrjaði nervøst og hjá báðum liðunum, men tá so Estlandi fekk tríggjar útvísingar á rað, kom glið á hjá føroyska liðnum, sum vann seg frá at hava verið aftanfyri 5-6, til at leggja seg á odda 11-6. Fimm minuttir fyri hálvleik var støðan 14-7 til okkara kvinnur, men so ressaðist Estland við seinastu minuttirnar og minkaði um munin til 14-11.

 

Í seinna hálvleiki var tó als eingin ivi. Verja okkara stóð munandi betur nú, og føroyska liðið rann Estland um koll við kvika kontraspælinum. Hetta hóvaði serliga Unn Kragesteen væl, sum við sínum 11 málum gjørdist toppskjútti hjá Føroyum. Næst henni var Fríða Marjunardóttir við seks málum.

Við stórsigrinum, sum altso endaði 32-18 til Føroyar, hava føroysku kvinnurnar tryggjað sær sjálvum eina sera góða byrjan upp á kappingina á Cypros.