Øvundsjúka, búskapur ella stríð um dagligt strev?

Jógvan Sundsstein hevði eina áhugaverda grein í Sosialinum 27.06.06, sum kallaðist Vinnulív  áhugi, vinningur ella øvundsjúka. Hon snúði seg mest um søluna av Krúnborg, at hon var heilt eftir bókini. Og so hevur greinin ein stuttan stubba til endans um tilfeingisgjald, sum JS sigur møguliga kann umsetast við orðinum øvundsjúkugjald.

Rolf Guttesen

Áhugaverd var greinin av fleiri orsøkum:
"JS er ikki bara Palliba, men fyrrverandi løgmaður og fólkafloksmaður.
"JS letist ikki at vita nakað um tilfeingisrentu, men fær beinanvegin í yvirskriftini nakað inn, sum ger kritikkarnar av fiskivinnulógunum mistonkiligar, øvundsjúka.
"JS vísir við hesum nakað um fólkafloks-ideologi, og hvussu Fólkaflokkurin førir politik.

Hvat meinast við?
Har eru tveir spurningar í greinini, sum JS, ikki gevur nakað rættiligt svar uppá. Og mín meting er, at tað er tilvitað, at hann ikki roynir at geva nakað klárt svar  tí hetta er nú einaferð í Fólkafloksins áhuga.
"Fyrsta er, at JS umtalar orðalagið í lógini um at fiskur á føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks, og gevur tí eina forbronglaða útlegging.
Hann sigur, at tað av flestu luttakarum í orðaskiftinum verður lagt út á ein hátt, at úrtøkan av øllum, sum verður fiskað á Føroya grunninum og av føroyskum kvotum skal enda í landskassanum.
Hann fær tað at ljóða, sum at alt avlop, úrtøkan, skal fara 100% í landskassan.
Eg havi ongantíð hoyrt hesa útlegging, men kanska fylgi eg ikki nóg væl við. Eg kann tó siga, at hetta á ongan hátt hevur heimild í nakrari økonomiskari teori ella læru. Men hatta er vanligur politiskur forskrekkilsis-taktikkur. (Ella: Næsti tín ætlar bara at stjala alt frá tær!)
"Annað er, hvat ið tilfeingisgjald (JS hevur tað í gásaeygum) í veruleikanum er. Tilfeingisrenta (resursu-renta) er ein variantur av tí vanliga hugtakinum jarðar-renta (danskt: jordrente; eingilskt: ground-rent).
Tilfeingisrenta er sum økonomiskt hugtak væl og virðiliga viðgjørt, bæði hjá klassikarum, neo-klassikarum, hjá Malthus, Smith, Ricardo, Marx, Sraffa, og í nútíðar lærubókum á øllum málum.

Ogn Føroya fólks, ja  men
Orðingin í lógini er í lagi. Tað sum manglar, eru fylgilógir ella reglur, sum siga hvussu hesin ognarrættur fólksins skal handhevjast ella praktiserast. Sum støðan hevur verið, hava skip við kvotu einki goldið fyri rættindini at fiska burtur av ognini hjá Føroya fólki.
Nú sleppa bert skip við loyvi og kvotu (fiskidagatali) frammat. Onnur sleppa ikki, og tað vil siga at tilgongdin er ikki longur frí.
Skipini sum hava kvotu og loyvi, hava eitt de facto monopol  sum tey einki gjalda fyri. Onnur, sum gjarna vilja sleppa frammat, royna at fáa kvotu, keypa hana frá skipum/reiðarum sum fingu hesa kvotu tillutaða ókeypis í sínari tíð. Ognin og kvoturnar av henni eru í veruleikanum privatiseraðar og frítt umsetiligar.
At hesar kvotur eru nógv verdar, vísir júst sølan av Krúnborg, og tað roknistykki sum JS setir upp. Tað er grundarlag fyri at krevja eina vissa leigu fyri rættin at fiska av ogn Føroya fólks.

Tilfeingisgjald er longu vælkent í Føroyum og virkar á øðrum økjum
Lættasta dømi um at tilfeingisgjald ikki er ókent hugtak, soleiðis sum JS letist at gera tað, er at minna á, at oljufeløgini, sum ætla at fáa olju upp úr landgrunninum, betala tilfeingisgjald, og tað í fleiri umførum.
Oljufeløgini bjóða í uppá ávísar blokkar, sum tey vænta kanska hevur olju. So longu langt áðrenn nakað er fiskað, eru tey fús at gjalda fyri tað, sum tey vænta møguliga er at finna. Seinni skulu tey so eisini gjalda fyri tað, sum í framtíðini møguliga verður framleitt av olju, umframt fleiri onnur gjøld og krøv (keikantin).

JS letist ikki at vita?
Sundstein sigur seg ikki hava sæð nakra definitión av hesum fyribrigdinum. Javel, tað er eisini møguligt at látast at vera blindur, ella sum tann eingilski banditturin, Lord Nelson, at seta kikaran fyri blinda eyga. Nei, eg síggi einki.
Men JS sigur seg hava hoyrt ein økonom siga, at tilfeingisgjald skal vera alt tað, sum viðkomandi felag vinnur útyvir tað, sum er vanligur ella normalur vinningur.
Tað ber altíð til at citera tað mest tápuliga, sum man (kanska) hevur hoyrt, og so er lætt at argumentera ímóti tí. Tað ger JS so eisini, tá hann endar greinina við hesum orðum Eg vil gjarna síggja tann vinnulívsmann, sum ger óløgur í eina vinnu, har allur vinningurin ýtyvir tann vanliga verður skattaður við 100%
Eg kenni ongan politiskan flokk ella økonom, sum meinar sovorðið tokutos í álvara. Og tað veit JS sera væl. Men best er hjá JS at mana trøll fram beinanvegin, so eingin kann ella skal tora at seta spurnartekin við, um tað er rímiligt ella samfelagsgagnligt, at ogn Føroya fólks stillisliga verður privatiserað, verður seld og handlað við stórum vinningi.
Upprunaliga ætlanin var, at fólkið skuldi fáa ein vissan part afturfyri, at einstakir fingu rættin at skava burtur av felags ríkidøminum (eingin hevur tosað ella hugsað um 100%!!!)

Hvar liggur feilurin so?
Gomlu eigarnir av Krúnborg hava gjørt ein góðan handil. Har er helst einki, sum ikki er eftir bókini ella reglunum (millum annað tí eingin roynir at handhevja andan í reglunum).
Jógvan Sundstein ger tað einasta rætta sum fólkafloksmaður, hann verjir kapitalistarnar og kapitalismuna, sum helst skal fungera uttan stórvegis inntriv frá tí almenna og teim øvundsjúku.
Fólkaflokkurin og teirra stuðlar, reiðarar og kapitalistar, hava vunnið ein stórsigur. Føroya fólk annars: lønarbeiðarar, starvsfólkk og fiskimenn, hava tapt politiska spælið um hesa ogn. Tað, sum kundi verið inngoldið í tilfeingisrentu, skal nú fyri ein stóran part krevjast inn sum skattur á arbeiði (lønum).
Tað er í síðsta enda Jóannes Eidesgaard, løgmaður, javnaðarmaður, sum kemur at hava tað politisku ábyrgdina av, hvussu ogn Føroya fólks verður vard og umsitin. Spurningurin er hvat ið landsstýrissamgongan, sum hann stendur á odda fyri, vil?
Og Javnaðarflokkurin, sum hevur avskrivað stættastríðið, tykist at vera steindeyður.
Tó, - grundleggjandi ymisk áhugamál eru framvegis millum aktørarnar ella partarnar á arbeiðsmarknaðinum og í framleiðsluni. Eingin náttúrlóg sigur, hvussu stór lønarupphæddin (og skattaprocentið) skal vera. Lønin er eitt úrslit av stættastríðnum.
Summi hava politiskan áhuga í at kalla hetta sjónarmið gamaldags. So hevur altíð verið. Tað hevur altíð verið politiskur taktikkur hjá konservativum og fólkaflokkinum.
Men at Javnaðarflokkurin proklamerar stríðið at vera av, tað undrar meg og mong onnur. Er tað av, so kann man spyrja: hvør vann?
***