Øvundjúka og hevnd

Ótrúskapur, øvundsjúka og barndómsminni, vit øll helst vilja gloyma, verða grivin fram í nýggja sálarliga ræðuleikinum "Vinkonur"

Í hesum døgum leggja 3 kvinnuligir leikarar í Klaksvíkar Sjónleikarafelag seinastu hond á eina heldur øðrvísi sjónleikaætlan. Tað munnu vera eini tvey ár síðani ein av teimum var við til at taka stig til hendan leikin, har leikarnir sjálvir hava valt leik, leikarar og ásett tíðarætlanina. Hesa tíðina hevur leikurin so at siga livað sítt egna lív við síðuna av leikskránni hjá sjónleikarafelagnum annars. Leikarnir hava vant, tá tær hava haft tíð og ikki fyrr enn aftaná jól, avgjørdu tær at fáa ein leikstjóra við í ætlanina.
Saman við Biritu Mohr, leikstjóra, er ætlanin nú komin so langt ávegis, at dagurin fyri frumframførsluna er ásettur. Leikurin hevur fingi heitið "Vinkonur" og verður framførdur fyrstu ferð í Atlantis 27. mars.
Tað er bretski leikstjórin og leikhøvundurin Tamsin Oglesby, ið hevur skrivað leikin, sum hevur fingið framúr góð ummæli aðrastaðni.

Finst nakar sannleiki?
Tá leikurin byrjar, eru tær báðar gomlu vinkonurnar Em og Bee júst komnar til eitt hugnaligt, gamalt hús í Suðurfraklandi. Tær hava ikki sæð hvørja aðra í mong ár, og lagt er upp til eitt hugnaligt vinkonukvøld við góðum, gomlum minnum. Og minnini verða eisini tikin fram, tey eru bara ikki tey somu hjá teimum báðum, sjálvt um hendingarnar eru tær somu. Tá so triðja vinkonan Chris kemur upp í leikin, hevur hon enn eina útgávu av fortíðini við sær. Minnini verða spøkilisi í ymsum hami, hugnaliga kvøldið gerst ein marra og sannleikin otar seg spakuliga út av pallinum, út til áskoðaran at avgerða ella ?? Leikurin fær ein skakandi og óvanliga ógvusligan enda, ið ikki fær verðið øðrvísi, tá menniskju verða sorlað undir sálarligum trýsti.

Náðileyst
Sjálvt um mátin, tær tríggjar, Em, Bee og Chris, fara hvør við aðari, oftast er bæði ráur og óndskapsfullur, kenna vit tær allaflestu støðurnar aftur frá okkum sjálvum og okkara egna barndómi. Løturnar, har vit vórðu fryst úti ella vóru við til at frysta onkran annan úti frá vinarskaranum. Sælu kensluna av at vera tann best umtókta av øllum í flokkinum og ræðsluna, tá onkur hótti við at taka leiklutin frá tær. Samansvørjingar, lygnir, slatur, smikur - alt tað, ið fær maktstríðið millum børn at forfylgja okkum langt inn í vaksna lívið, verður grivið fram í "Vinkonur". Í so máta er leikurin náðileyst realistiskur, tí tey flestu av okkum vilja helst gloyma hendan partin av barndóminum, sigur Birita Mohr.

Tú kennir "typuna".
Á ein hátt er "Vinkonur" ein leikur, ið meir enn aðrir verður til, meðan hann verður spældur. Vit fáa lítið og onki at vita um tær tríggjar kvinnurnar frammanundan, og ongir eykaleikarar eru at lýsa høvuðspersónarnar.
Tað eru tær tríggjar Jakobina Joensen, Eyð Matras og Jacobina Heinesen, ið fáa lív í hesar loyndarfullu kvinnurnar á pallinum. Jakobina verður til Bee, barnleysa karrierukvinnan, ið altið er í verjustøðu, Eyð hevur leiklutin sum Chris, tann óstøðuga, ið roynir at krøkja seg fasta í ein farnan ungdóm, meðan Jacobina átekur sær leiklutin sum semingskvinnan Em, ið ger alt fyri at glatta út, tá okkurt er áfatt.
Eg havi verið óvanliga heppin við hesum leikarnum, sigur Birita Mohr. Tær høvdu sjálvar valt leiklutirnir, áðrenn eg kom inn í myndina, men fyri meg var tað ongantíð nakar ivi. Hvør sær hava tær júst tað, sum skal til, fyri at endurgeva júst hesar tríggjar væl kendu kvinnutypirnar.

Sálarligur ræðuleikur.
Størsta avbjóðingin við at leikstjórna ein sálarligan ræðuleik, sum hendan, er at fáa alt tað ósagda fram, sigur Birita. Tað er ikki nokk at leikarin minnist, hvat hon skalt siga og nær. Hvørja einastu ferð leikarnir opna munnin, skulu tær vita akkurát hví, tær siga júst handan setningin ella hatta orðið. Leikurin er á tremur við undirtýdningum og tilsipingum, sum bara eg og leikarnir kenna týdningin av. Um áskoðarin skal hava ein kjans fyri at vita, hvat í grundini gongur fyri seg millum hesar vinkonurnar, mugu leikarnir leggja allan sín kropp í leiklutin. Eitt eygnabrá, ein rørsla ,ein lítil broyting í tónalegu - hvør einasti lítil smálutur kann verða avgerandi fyri, um tilsipingarnar raka, har tær skulu.
"Vinkonur" er eisini ein avbjóðing fyri áskoðaran. Hvørja ferð tú heldur teg vita, hvussu hendan søgan í veruleikanum hongum saman, kemur ein nýggj útgáva av sannleikanum á borðið, og áskoðarin má hugsa seg um einaferð afturat.
Og tað var eisini eitt avgjørt ynski frá leikarnum: Ein leik ið, gevur áskoðaranum okkurt at hugsa um, sigur Birita Mohr, leikstjóri.