At fríski og elektroniski poppbólkurin VSJ hevur tikið føroyingar á bóli varð staðfest í Norðurlandahúsinum í kvøld. Limirnir í bólkinum kann nú erpa sær við, at teir fingu Áhoyraravirðislønina á FMA 2019.
Áhoyraravirðislønin er ein virðisløn, sum almenningurin hevur gjørt av, hvør skal fáa. Í eina viku kundu øll sms-atkvøða eina ferð millum øll tey tilnevndu á FMA. Viðkomandi, ið fekk flestar atkvøður var VSJ.
- Hetta er ekstremt, tí hetta er jú kamarstónleikur! Hetta er tónleikur, sum er gjørdur í kamarinum hjá okkum. Takk fyri!
Í summar spældi bólkurin á stóra pallinum á Summar Festivalinum, og tað er longu greitt, at VSJ verður millum nøvnini á Voxbotn 2019.
VSJ vóru tilnevndir heili fýra virðislønir í ár - ársins nýggja navn, ársins bólkur og sangur teirra “Something Magical” var í uppskoti til ársins sang. Harumframt vóru teir eisini í uppskoti til ársins videolag við sanginum God’s Work, og hesa virðislønina vunnu teir.










