VSJ hava spælt í Íslandi

Hetta er fyrstu ferð, bólkurin er uttanlands og spælir konsert

Tann 24. august var kendi føroyski tónleikabólkurin VSJ Íslandi í sambandi við mentanarnáttina í Reykjavík. Hetta er fyrstu ferð, VSJ eru farnir út um landoddarnar at spæla kendu løgini so sum, Something Magical, The Road og Gods Work.

Konsertin var í salinum Kaldalón, sum er í Harpuni. Umleið 200 væl nøgd fólk komu til lívligu konsertina. Ferðin var stuðlað av Loftbrúgv, sum veitir stuðul til føroysk listafólk.

Á stroymingstænastuni Spotify hava teir yvir 400.000 spælingar. Eisini vunnu teir tvær FMA virðislønir í FMA 2019, ársins áhoyraraviðursløn og ársins videolag og eisini ársins útvarpshitt 2019.