Bretska sjónvarpsstøðin, Sky Sports News, hevði stutt fyri døgurða eitt innslag um landsdystin millum Føroyar og Norðurírland. Í sjónvarpsstovuni vóru Alex McLeish, fyrrverandi landsliðsvenjari hjá Skotlandi, og fyrrverandi enski Newcastle spælarin, Rob Lee.
Les eisini: Brandur totalt tendraður
Felags fyri báðar var, at teir ikki megnaðu at siga eitt rætt orð um føroyska fótbólt ella umstøðurnar. Spurdir um dystin hakkaðu teir seg ígjøgnum nakað, sum mest kann lýsast sum vrølv.
Les eisini:Sonni Ragnar greiðir frá síni støðu
Serliga løgið var tað, at Alex McLeish ikki megnaði at siga nakað við substansi í. Hann var landsliðsvenjari hjá Skotlandi eitt skifti í 2007, tá hann millum annað var í Føroyum og vann 2-0.
Les eisini:Norðurírski landsliðsvenjarin vil ikki hoyra talan um umberingar
- Hevur tú verið í Føroyum? Tá tú sparkar bóltin uppum, so fer hann oman av einum falli. Haldi at Claudio Ranieri spældi seg fastan har í fjør, segði Alex McLeish millum annað, og vísti til vøllin á Svangaskarði, og føroyska sigurin í Grikkalandi.
Les eisini: Gilli er klárur aftur
Kanska onkur kundi havt fortalt Alex McLeish, nú tá hann skuldi í sjónvarpsstovuna, at dysturin verður spældur á Tórsvølli, og at Føroyar hava vunnið tvær ferðir móti Grikkalandi. Móti Claudio Ranieri í Grikkalandi, og Sergio Markarián á Tórsvølli. Báðir eru koyrdir síðan.
Alex McLeish, sum er úr Skotlandi, tóktist heldur ikki minnast, at Skotland tvær ferðir hevur spælt javnleik móti Føroyum.
Heldur ikki Rob Lee, sum tey flestu nokk kenna frá Newcastle í 90'unum, tá hann var millum bestu spælararnar, megnaði at koma við nøkrum. Hann mutlaði okkurt um, at hetta kundi blíva torført, tí spælt var á einum “plastikvølli”.
Kanska onkur kundi fortal honum, at tá Norðurírland var her seinst, so spældu teir javnt?
Sum heild var talan um eitt einkisigandi innslag, sæð við føroyskum eygum. Hinvegin, so var norðurírski liðskiparin, Steven Davis, betri upplýstur. Hann er ikki eins greiður á málinum sum landsliðsvenjarin, tá hann sigur at vøllurin ikki er ein trupulleiki, men hann segði gyltu orðini – tað er ongin umbering.
Les eisini:Norðurírski landsliðsvenjarin vil ikki hoyra talan um umberingar
Síðani legði hann afturat, at føroyska liðið spælir við nógvari orku, og ræðist ikki at leggja trýst á longur frammi á vøllinum. Somuleiðis helt hann fyri, at føroyska liðið ræddist ikki at senda menn frá í álop, tá møgleikin var.
- Bæði liðini fara at spæla fyri at vinna, segði Steven Davis.










