Fleiri túsund mótmælisfólk hava verið á Tahrir-torginum í Kairo í nátt fyri at vísa, at tey eru sera misnøgd við, at Hosni Mubarak sýtir fyri at fara úr forsetaembætinum. Í gjárkvøldið kunngjørdi forsetin, at hann hevur latið Omar Suleiman landsins leiðslu, men at hann verður sitandi í forsetaembætinum.
Tey mótmælandi hava givið degnum í dag heitið ?Vreiðinnar dagur?, og krav teirra í dag er, at herurin skal fara upp í stríðið fyri at fáa forsetan frá og virka fyri demokratiskum viðurskiftum. Summir eygleiðarar siga, at halda mótmælini fram, noyðist herurin at taka støðu til, hvønn part hann skal styðja.
Roknað verður við sera nógvum fólki í miðbýnum í Kairo og øðrum býum í dag aftan á fríggjadagsbønina. Myndugleikarnir hava longu sent trygdardeildir í býirnar at verja fleiri almennar bygningar, skrivar AFP.










