Upp undir hálvfinaluna milum Chelsea og Barcelona í Champions League á Stamford Bridge í kvøld sigur Tom Henning Øvrebø, norskur dómari, at hann framvegis fær deyðshóttanir frá illum Chelsea-fjepparum.
Tað fær hann, tí hann í 2009 hevði ein sera óhepnan leiklut sum dómari í júst sama dysti millum Chelsea og Barcelona í London.
Tá bríkslaði hann ikki, hóast Chelsea í minst fimm førum kendi seg snýtt fyri brotsspark, og so endaði tað við, at Iniesta skoraði javnandi málið tríggjar minuttir inn í yvirtíðina. Sostatt endaði dysturin 1-1, og eftir 0-0 í Barcelona vóru tað katalanarnir, ið komu í finaluna.
Hana vunnu teir sum kunnugt 2-0 móti Manchester United.
Øvrebø sigur við The Times, at hann so seint sum í gjár fekk ein illan mail frá Chelsea-fjeppara, sum hótti við at taka lívið av honum og familju hansara.
- Slíkar hóttanir taki eg ikki í álvara longur, og tær fara beint í ruskspannina, sigur Tom Henning Øvrebø.
Men hann skilir í dag, at Chelsea leikarar eins væl og fjepparar ilskast inn á avgerðir hansara.
- Øll, sum kenna fótbóltslógina, vita, at eg skuldi havt dømt ørvísi í ávísum støðum. Men soleiðis er lívið sum dómari, sigur Tom Henning Øvrebø við The Times, og sum verður endurgivið í danska Tipsbladet.