Vrakpettir av 100 ára gomlum flogfari

Pettir av flogfari, sum pólfarari hevði við sær til Antarktis í 1912, er nú funnin aftur suðuri í kuldanum. Avstralskir granskarar halda seg hava funnið vrakpettir av einum flogfari, sum pólfararin Douglas Mawson tók við sær til Antarktis longu í 1912.

Jarðfrøðingurin og pólfararin, Douglas Mawson, stóð fyri tveimum kanningarferðum til Antarktis í byrjanini av 1900-talinum.

Í 1912 tók hann við sær eitt propelluflogfar. 

Flogfarið, sum varð bygt av bretska framleiðaranum Vickers í 1911 fekk eina harða lending á Antarktis longu í byrjanini av ferðini.

Hóast veingirnir vórðu skaddir, brúkti Mawson kortini flogfarið sum eina sletu við motori undir kanningarferðini.

Sum tíðin fekk, oyðilegðist motorurin á flogfarinum av nógva kuldanum.

Miðskeiðis í sjeytiárunum siga granskarar, sum vóru á Antarktis, seg hava tikið myndir av flogfarinum.

Men síðan tá skal eingin hava sæð flogfarið, fyrr enn nú vrakpettir eru funnin.

- Nú hava vit so funnið partar av flogfarinum, skrivar Tony Steward sambært tíðindastovuni AP á heimasíðu hjá granskarunum.

Gjøgnum trý summar hevur granskarabólkurin Mawson?s Hut Foundation leitað eftir flogfarinum á Antarktis.