Brasilsk skip, sum hava leitað síðani í gjár, hava framvegis ikki funnið nakað, sum stavar frá franska flogfarinum -Enn hava vit ikki funnið nakað, sum stavar frá Air France-flogfarinum, sigur talsmaðurin hjá brasilsku myndugleikunum.
Hildið verður, at tað franska flogfarið datt niður í havið einar 550 fjórðingar úr brasilsku norðurstrondini, og flogfør hava sæð vrakpetti har á leiðini.
Men einki av tí, sum tey brasilsku skipini hava tikið upp av sjónum, er frá franska flogfarinum, siga myndugleikarnir. Talan er um burturkast frá skipum, og brasilsku myndugleikarnir halda eisini, at oljubletturin, sum varð sæddur fyrr í vikuni, stavaði frá einum skipi.