Vrakið av flogfarinum við Sala funnið

Ein leitingarbátur hevur í dag funnið flogfarið, sum fyri tveimum vikum síðani hvarv við Emiliano Sala umborð.

Ein leitingarbátur hevur í dag funnið flogfarið, sum fyri tveimum vikum síðani hvarv við Emiliano Sala umborð.

 

Slakar tvær vikur eftir at eitt flogfar við fótbóltsspælaranum Emiliano Sala hvarv yvir Ermasundi, er varkið av flogfarinum funnið.

 

Tað skrivar Sky News.

 

Sjónvarpsstøðin upplýsir, at ein kanningarbátur hevur lokaliserað vrakið í morgun.

 

Flogfarið hvarv 22. januar við argentinska Sala og einum flogskipara umborð.

 

Sala var júst seldur úr franska Nantes til walisiska Premier League-felagið Cardiff fyri 15 milliónir pund, sum svarar til 127 milliónir krónur.

 

/ritzau/