Vrakið av Murman beinast burtur

Skipið liggur á einum óhepnum staði, har vandi er fyri, at tað brotnar, halda norðmenn

Skipsbrot
Beinta Anthoniussen,
praktikantur

Andøy kommunan í Noregi vil hava vrakið av russiska verksmiðjutrolaranum, Murman, burtur, har tað liggur.
Kommunan heldur, at vrakið liggur á einum óhepnum staði, har vandi er fyri, at tað brotnar og kann gerast ein hóttan fyri umhvørvið, hóast eingin olja er eftir í skipinum.