Vrakar leistin hjá Fíggjarmálaráðnum

Formaðurin í Lærarafelagnum ynskir eina lønarhækkan í prosentum

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið hittast í dag við samráðingarborðið, eftir at semingsmenn fyribils hava útsett arbeiðssteðgin hjá fakfelagnum í eina viku. Felagið metir ikki, at Fíggjarmálaráðið hevur víst nóg stóran vilja til at finna eina semju, og nú er tað okkurt, ið bendir á, at tað ikki bara verður Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið fer at seta hørð krøv við samráðingarborðið í heyst.


Við útvarpstíðindini hjá Kringvarp Føroya sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, at tey ikki góðtaka nýggja leistin hjá Fíggjarmálaráðnum um at geva lønarhækking í krónum og oyrum heldur enn í prosentum. Tað er annars ein leistur, ið bleiv brúktur, tá Starvsmannafelagið, sum fyrsta fakfelag í ár, undirskrivaði nýggjan sáttmála, og boðað bleiv tá frá, at tað var ein leistur, ið Fíggjarmálaráðið ynskti at brúka til allar samráðingar.


- Frá fyrsta fundi hava vit boðað frá, at vit vilja hava lønarhækkan í prosentum og ikki krónur og oyrum, segði Herálvur Jacobsen við KVF, og grundgav við, at tað eru bólkar í felagnum, ið frammanundan fáa ov lítið í løn.


- Vit meina tað, at skúlaleiðarar í føroyska fólkaskúlanum ikki eru serliga høgt løntir sum nú er, og tað er eingin grund til, at teir eftir hesum leistinum skulu missa lutfalsliga í inntøkum. Tað haldi vit ikki er rætt, segði Herálvur Jacobsen.


Herálvur Jakobsen vísir á, at um man ynskir at hækka lønirnar hjá teimum lágløntu, so kann tað gerast á ein annan hátt.


- Tað er ein øgiliga vakur tanki, tað má eg siga, men tað kundi verið gjørt á ymiskar aðrar mátar. Tí man hevur sett nøsina upp eftir eini lønarhækkan á 2,3 prosent. Eg haldi ikki, at tað bara eru vit, men eisini onnur feløg, ið vilja hava, segði formaðurin í Lærarafelagnum við KVF.